Ayatollah Arafi er nýggjur andaligur leiðari

Ayatollah Arafi er nú útnevndur sum ovasti leiðari í Iran, eftir at Ayatollah Ali Khamenei er dipin

Reuters veit í morgun at siga, at Ayatollah Arafi nú er útnevndur sum landsins ovasti leiðari

Iranski forsetin, Masoud Pezeshkian, sigur, at Iran hevur bæði rætt og skyldu til at hevna ísraelska drápið av ovasta andaliga leiðara landsins, Ali Khamenei.

 

- Islamiski staturin sær tað sum sína lógligu skyldu og rætt at hevna seg móti teimum, sum standa aftanfyri hetta søguliga brotsverk, sigur hann sambært almennum iranskum sjónvarpi.

 

Tað var gjáramorgunin, at Ísrael og USA fóru undir umfatandi álop á Iran, og Í nátt almannakunngjørdu iransku myndugleikarnir, at Ali Khamenei er dripin í rakettálopi.

 

Reuters veit í morgun at siga, at Ayatollah Arafi nú er útnevndur sum landsins ovasti leiðari, og tað eru almennar iranskar tíðindastovur, sum bera hesi tíðindi.

 

Lesið eisini - 

 

Soleiðis varð Ali Khamenei fyribeindurhttps://www.in.fo/news-detail/soleidis-vard-ayatollah-ali-khamenei-fyribeindur

 

 

 

Reuters veit í morgun at siga, at Ayatollah Arafi nú er útnevndur sum landsins ovasti leiðari