Ísland luttekur ikki í Eurovision næsta ár.
Tað skrivar íslendska kringvarpið, RUV, eftir at leiðslan kringvarpsins tók avgerðina á fundi.
Avgerðin varð tikin, eftir at Evropiska Kringvarpssamgongan EBU, sum skipar fyri Eurovision, hósdagin avgjørdi, at Ísrael kundi luttaka í kappingini.
Í tíðindaskrivi skrivar RUV, at almenna kjakið í Íslandi hevur gjørt greitt, at hvørki gleði ella friður ráða, um kringvarpið luttekur í Eurovision.
– Sangkappingin og Eurovision hava altíð havt til endamáls at sameina íslendsku tjóðina, men tað er nú greitt, at hetta málið ikki kann røkkast, og tað er á hesum programmtengda grundarlagi, at avgerðin er tikin, skrivar RUV.
Luttøkan hjá Ísrael í sangkappingini hevur verið umstrídd orsakað av krígnum í Gaza.
Eftir avgerðina hjá EBU hava sjónvarpsstøðir í Hollandi, Írlandi, Spania og Slovenia eisini avgjørt at boykotta kappingina, so hon ikki verður víst í avvarðandi londum.
Tað eru kringvørpini, sum eru limir í EBU, sum gera av, um teirra lond fara at luttaka í Eurovision.
Tað er ikki greitt, um íslendska sangkappingin Söngvakeppnin verður í 2026. Tað er vanliga vinnarin av teirri kappingini, sum umboðar Ísland á Eurovision.
Í Danmark heldur DR Dansk Melodi Grand Prix, har danska umboðið fyri Eurovision er at finna.
DR hevur áður upplýst, at tey ongar ætlanir hava um at boykotta Eurovision frá danskari síðu.
Men DR hevur staðiliga sagt, at luttøkan hjá fjølmiðlunum er treytað av einum hópi av treytum, eitt nú "sterkum altjóða felagsskapi", trygd og ópolitiskum karmum fyri kappingini.
Eurovision næsta ár verður í mai í eysturríkska høvuðsstaðnum Wien.
Ísrael hevur luttikið í Eurovision í meira enn 50 ár, síðani landið var við fyrstu ferð í 1973.
/Ritzau/











