Ísland og Noreg bresta saman

Fyrsti dysturin í EM kappingini í hondbólti er seinnapartin millum grannar okkara fyri vestan og eystan

So er EM endapælið í honbólti byrjað. Fyrsti dysturin er millum Ísland og Noreg. Fyrsta bríkslið var klokkan 15.00.

Grannar okkara fyri eystan og vestan spæla í bólki B, sum verður avgreiddur í Aalborg, og tað er Ísland, sum hevur lagt nógv bragdligari fyri. Eftir tíggju minuttir er støðan 7-2!