Ísraelski herurin til reiðar til kríggj eftir Hamas-álop

ísraelski herurin upplýsir sambært Reuters, at tey eru fyrireikað upp á kríggj eftir eitt álop frá Hamas í morgun.

 

Ein kvinna er sambært ísraelsku verjuni deyð í álopinum. - Foto: Itai Ron/Reuters

Ísraelski herurin upplýsir sambært tíðindastovuni Reuters í dag, at tey eru fyrireikað upp á kríggj eftir eitt álop tíðliga í morgun, sum palestinska Hamas-rørslan, sum stýrir Gaza-geiranum, framdi.

Hamas hevur tikið sær ábyrgdina av álopinum.

Mohammad Deif, ein høgur leiðari í Hamas-rørsluni, hevur mælt vápnaðum bólkum í Libanon um at luttaka í bardøgum ímóti Ísrael.

– Hetta er dagurin fyri einum av størstu bardøgunum fyri at enda síðstu hersetingina á jørðini, sigur hann við ríkissjónvarpið.

Hann upplýsir, at yvir 5000 rakettir eru skotnar í 20 minuttir.

Hernaðarliga tiltakið hevur sambært Hamas fingið navnið »Operation Al-Aqsa Flood«.

Ísraelskir miðlar boða frá, at fleiri vápnaðir menn hava skotið ímóti fólki, um fóru framvið í bygdini Sderot í syðra partinum av Ísrael.

Á sosialum miðlum sæst, at tað líkist bardøgum í gøtunum.

– Fleiri yvirgangsfólk hava sníkt seg inn á ísraelskt øki frá Gazageiranum, sigur ísraelski herurin.

– Ísraelsku verjudeildirnar fara at verja ísraelsk sivil, og yvirgangsfelagsskapurin Hamas fer at gjalda ein høgan prís fyri gerðir sínar.

##med2##

Ávaringarlúrarnir í Ísrael ýldu at ávara ímóti rakettálopum.

Íbúgvar í Gaza hava sagt, at tey hoyra skotbardagar á leiðini, sum skilir Palestina og Ísrael.

Ísraelski herurin hevur upplýst í einum boðum, at tey hava fingið boð um, at fólk frá Hamas hava sníkt seg inn frá Gaza. Tað er ógreitt, hvussu umfatandi tað er.

Benjamin Netanyahu, ísraelski forsætisráðharrin, skal hitta ovastu leiðsluna í landsins verju komandi tímarnar.

Tilbúgvingin í Ísrael hevur upplýst, at fleiri sjúkrabilar eru sendir til økið í syðra parti av Ísrael nærindis Gaza.

Heitt verður á íbúgvar um at vera innandura.

Ein kvinna er sambært ísraelsku tilbúgvingini deyð í álopinum.

/ritzau/Reuters

 

Ein kvinna er sambært ísraelsku verjuni deyð í álopinum. - Foto: Itai Ron/Reuters

Hamas sigur seg hava sent yvir 5000 rakettir ímóti Ísrael í 20 minuttir. - Foto: Fatima Shbair/Ritzau Scanpix