Neyðstaddur
Undir ringastu umstøðum, ið hugsast kunnu, slapp Hans Magnus úr oljuklæðunum og tungu trygdarskónum, meðan hann stóð uppi á forrútinum á frambygda bátinum, sum var sokkin og stóð upp og niður í sjónum.
- Sjógvur stóð um meg alla tíðina, og eg skolaði av fleiri ferðir. Luftin, sum sat í húsinum og helt gronini á bátinum uppi í vatnskorpuni og fanglínan, eg hevði fingið fatur á, vóru mín bjarging, til hjálpin púra óvæntað kom. Ongantíð áður havi eg verið so fegin um at síggja ein bát koma, sum hesaferð. Allir vøddar eru forstrektir, bæði í ørmum, bringu og beinum. Eg eri eymur um allan kroppin, og hálsurin er trekur, men sálarliga havi eg tað gott.
Soleiðis greiddi Hans Magnus Hansen frá eftir hendingina á Norðhavinum, 22. mars 2004.
Hann var á veg til lands í 29 fóts stóra útróðrarbáti sínum, Norðstjørnuni, tá ið hann fekk ein sjógv aftan tvørs, sum fylti bátin og tók hann niður við sær at kalla í einum. Báturin, sum var frambygdur, legði húsið í bakborðsíðu niður í sjógvin, fyltist við sjógvi og sakk eftir afturendanum. Inni í stýrhúsinum stóð Hans Magnus í oljuklæðum og tungum trygdarskóm, sum eru forstyrktir við jarni.
- Her var eingin sum helst tíð til umhugsunar. Eg kavaði út úr húsinum, sum eg stóð og royndi at koma upp til vatnskorpuna. Báturin líkasum snaraði sær á og lá við fremra partinum av kjølinum uppi í vatnskorpuni. Eg var so heppin at fáa fatur á fanglínuni, sum var fest í framstavnin og fekk lest meg uppeftir. Lá línan í øvutum borði, hevði eg ikki fingið fatur á henni, men línan meir at kalla rak til mín. Báturin stóð nú at kalla steyrrættur upp og niður í sjónum og fleyt í vatnskorpuni av luftini, sum var inni í húsinum.
Undir ringast hugsandi umstøðum, bjargaði Hans Magnus sær uppá forrútin á bátinum, meðan hann alla tíðina helt í fanglínuna. Nógvur sjógvur stóð um hann, og viðhvørt var hann omaná vatnskorpuni og viðhvørt var hann undir.
Tað var undir hesum umstøðum, at hann slapp úr oljuklæðunum og tungu trygdarskónum.
- Tíbetur hevði oljutroyggjan knappar, soleiðis at eg fekk hálað knapparnar upp og smoygt troyggjuna av mær. Eg sá onga sum helst vón um bjarging, men kortini vildi eg stríðast til tað seinasta. Meðan eg royndi at halda mær uppi á forrútinum, bleiv eg fleiri ferðir skolaður í havið. Eg stríddi meg uppá aftur. Alt gekk so skjótt fyri seg. Tankin, at fáa fatur á onkrum at bjarga mær á, streyfaði. Nógv fleyt rundan um meg í sjónum, og eg sá eitt nú ein tóman fiskakassa fara eftir sjónum. Eg avgjørdi tó at halda meg til fanglínuna og stríddist alt, eg orkaði, men kendi skjótt á mær, at orkan fór úr kropinum. Eg sá einki uttan um meg, og visti, at eingin vón var um bjarging. At hetta var mín seinasta løta, var eg ikki í iva um.
So vónleysar vóru umstøðurnar hjá Hans Magnusi, tá ið útróðrarbáturin, Elin C við monnunum, Christiani Christiansen og Jens Olsen, kom fram á hann.
- Eg havi ongantíð verið so glaður fyri at síggja ein bát koma ímóti mær, sum hendan dagin, tá ið øll vón var úti, segði Hans Magnus Hansen, tá ið Sosialurin tosaði við hann morgunin eftir hendingina.