Ivaleysur vágasigur

Í týdningarleysum dysti staðfesti Dráttur plássið í miðjuni, tá tær vunnul trygt á einum tomum Fleyr-liði

Kvinnuflogbóltur

Tað var ikki tað stóra at tosa um, tá Dráttur vitjaði Fleyr um vikuskiftið. Við einum sigri kundi Fleyr kanska skapa nakað av spenningi um fjórða plássið á stigatalvuni, men hetta kom tó ongan tíð upp á tal.
Dráttur, sum í ár hevur verið ógvuliga svingandi, hevði ongan tíð trupulleikar í dystirnum hesaferð. Frá fyrsta bríksli settu tær seg á dystin, og tó at Fleyr mutaði nakað ímóti fyrsta settið, so var hetta skjótt av ongum.
Næsta og triðja settið fóru uttan stórvegis roks til gestirnar, sum soleiðis staðfestu fjórða plássið á talvuni.
Fyri Fleyr mundi tapið kennast eitt sindur hugtungt, nú tær høvdu møguleikan at fáa fjórða plássið burtur úr einum annars út av lagi vánaligum kappingarárið. Hinvegin er einki at ivast í, at hesar seinastu vikurnar hava verið nakað hugaligari enn restin av kappingarárinum hjá Fleyr. Tær hava reist seg úr kanska størstu kreppuni hjá liðnum nakran tíð, og bara tað í sjálvum sær er ivaleyst nakað, sum gevur leikarunum betri vónir til komandi ár.