Pakistanski leiðarin sigur, at Osama bin Laden er deyður, men tað halda amerikanararnir ikki Pakistanski forsetin, Asif Ali Zardari, segði í gjár, at pakistanska fregnartænastan vil vera við, at leiðarin í yvirgangsfelagsskapinum al-Qaeda, Osama bin Laden, er deyður.
Zardari segði, at amerikanararnir siga seg ikki vita, hvørt bin Laden er á lívi ella ikki, men at sambært pakistonsku fregnartænastuni er tað mest sannlíkt, at hann er ikki á lívi longur.
Talsmaðurin hjá amerikanska uttanríkisráðnum, Robin Wood, sigur við AP, at amerikanskir myndugleikar leita framvegis eftir Osama bin Laden, tí teir halda hann vera á lívi.
Talsmaðurin legði afturat, at USA hevur ongar upplýsingar, sum benda á, at bin Laden er deyður.