Tað verður ein fyrrverandi svenskur meistaravenjari og fyrrverandi leikari hjá Viking, ið verður nýggjur venjari hjá føroyska landsliðsframherjanum, Jóan Símuni Edmundsson.
Tað verður 49-ára gamli Kjell Jonevret, sum skal standa á odda fyri Viking. Hann tekur við eftir, at Åge Hareide varð koyrdur frá sum venjari vegna ov vánalig úrslit.
Kjell Jonevret vann greipuna við svenska Djurgården IF í 2005. Hann var í fýra ár, frá 2006 til 2010, venjari hjá norska Molde. Hann royndi seg sum spælara í Viking frá 1988 til 1990. Hann var framherji og megnaði at skjóta heili 76 mál í 125 dystum.
Kjell Jonevret hevur skrivað ein trý og eitt hálvt ára sáttmála við Viking, sum liggur á tíggjunda plássi í Tippeliguni. Seinna hálva byrjar 30. juni við dysti móti Rosenborg.