Tað skrivar Jógvan Ósá, ein av luttakarunum í útvarpssendingini Álvaratos, í lesarabrævi. Lesarabrævið er eitt aftursvar til Jógvan á Lakjuni, sum í lesarabrævi í gjár fanst at kjaksendingini í Kringvarpinum.
Tingmaðurin í Fólkaflokkinum fýltist á, at luttakararnir kjakaðust ov grunt um politisku málini.
Millum annað fanst Jógvan á Lakjuni á síðsta evnið, sum luttakararnir umrøddu í seinastu sending, har verturin Jákup Magnussen, sambært løgtingsmanninum, flenti upp á spott um tað, at Jógvan á Lakjuni helt tað vera ein ólukka, at løgtingið hevur samtykt at bryggja sterkt.
Men nú svarar Jógvan Ósa aftur.
?Teir persónar, ið stilla seg fram sum politikarar ? og eru tað ? mugu rokna við, at teir ella tey fáa eina viðmerking í einari slíkari sending?, skrivar pensioneraði politisturin.
Jógvan Ósá heldur ikki, at Jógvan á Lakjuni er tann politikarin, sum hevur fingið mest av grovfíluni í sendingunum higartil.
?Um tú hevur lurtað í vetur. Hvussu nógv hava Jóannes Eidesgaard, Rósa Samuelsen, Aksel V. Johannesen, Høgni Hoydal, Torbjørn Jacobsen, Jenis av Rana og onnur tingfólk/landsstýrisfólk fingið oman yvir seg? Men ikki eitt kys frá teimum. Nú var tað tú, ið stóð fyri skotum, og tað má tú taka. Annars ríður tú niðarlaga?, sigur Jógvan Ósa víðari í lesarabrævinum, sent miðunum í dag.