Tað spældi einki serligt av hjá venjaranum sjálvum, tá John Faxe Jensen, venjarin hjá Jákupi Mikkelsen, fyri fyrstu ferð kom aftur til Brøndby, har hann undan flytingini til Herfølge hevði spælt altíð, burtursæð frá tá hann var yrkisspælari uttanlands. Faxe var skaddur og spældi tískil ikki við, men hann megnaði kortini at fáa reyða kortið fyri at brúka seg á beinkinum.
Herfølge megnaði 2-2 í Brøndby, og soleiðis sum spælið lagaði seg, so eiga teir á heimaliðnum og tey flestu av teimum knapt tíggju túsund áskoðarunum at vera mest nøgd við úrslitið, tí Herfølge hevði fleiri upplagdar møguleikar, men Mogens Krogh í Brøndby málinum stóð seg væl.
Bent Christensen legði Brøndby á odda, tá tólv minuttir vóru farnir. Málið varð skotið úr átta metrum í høgru og í handara síðunet. Fimm minuttir seinni var Herfølge komið á odda, og í báðum førunum skoraði Kenneth Jensen, sum áður hevur verið í FCK. Fyrst stútaði hann innlegg í kassan og so heilfluktaði hann úr spískum.
Tíðliga í 2. hálvleiki javnaði Brøndby, tá teir spældu seg inn um allar verjuspælararnar. Tvær aðrar ferðir, eftir at Brøndby hevði brúkt somu uppskrift, fingu teir mál, sum vórðu kolldømd fyri rangstøðu.
Jákup Mikkelsen hevði fleiri góðar bjargingar, m.a. onkra fótparaduna, tá mótstøðumenn vóru púra leysir, og eina ferð tá hann refleksbjargaði stútara úr stuttari fjarstøðu. Fram móti dystarenda hevði Herfølge veldugan møguleika at skora sigursmálið, men Mogens Krogh bjargaði við fótparadu.
AGF niður við nakkanum
Óli Johannesen og hinir í verjuni hjá AGF høvdu tað sera strevið í Silkeborg, har tað vóru knapt fimm túsund áskoðarar. Miðvøllurin hjá AGF var fullkomuliga niðurspældur, og tað hevði við sær, at teir í verjuni hjá AGF ofta komu í millumstøður yvirfyri álopsparinum, sum í løtuni verður mett at vera tað mest vandamikla í Danmark. Henrik Petersen og Peter Lassen skoraðu eitt mál í part.
Á internótini hava viðhaldsfólkini hjá AGF eftir dystirnar móti FCK og AaB atkvøtt Óla Johannesen at vera besta spælaran hjá AGF, og hóast tapið í Silkeborg og støðurnar, sum bóru tey bæði málini við sær, so siga lokalu bløðini í Aarhus aftur hesa ferð, at Óli Johannesen var millum teir bestu hjá AGF.
AB, sum vann 1-0 móti Esbjerg, er á odda við 16 stigum, Brøndby hevur 13 og Herfølge 12 saman við AaB, sum ikki megnaði meiri enn 2-2 móti botnliðnum OB. Vejle tapti 2-3 á heimavølli móti Viborg. AGF hevur fimm stig, og FCK, sum í gjárkvøldið skuldi spæla í Lyngby, hevði fýra stig. Seinni í vikuni koma landsliðsmenninir heim at fyrireika seg til landsdystirnar, sum leygardagin og mikudagin verða móti baltisku londunum.