Tað er einki yvir at dylja, at jólini verða hildin øgiliga ymiskt, alt eftir hvaðani tú kemur.
Hjá Sarah Lovibond er umskiftið rættuliga stórt, tí tað, sum hon er von við er, at jólini vera hildin við sandi millum tærnar. Tað er nevniliga so, at tað er hásummar í Avstralia um hesa tíð.
Tí er tað heldur enn ikki løgin støða at vera í hjá ungu avstralsku dámuni, sum nú húsast í Fuglafirði.
Hon dylir ikki fyri, at henni leingist heim, men hon leggur dent á, at tað ikki er tí, at henni ikki dámar í Føroyum - heldur beint øvugt - men nú er hon í holt við annan veturin á rað.
? Her er gott at vera, tí fólki er øgiliga fitt. Øll kenna hvønn annan og tað er øgiliga lætt at koma í samband við føroyingar, sigur Sarah.
Men tá jólini koma og veturin leggur seg yvir landið, tá fer hugurin at ferðast móti heimlandinum.
? Tað, sum eg seti í samband við jól er summar og sól, og við veðrinum í huga er tað ikki so løgið at mær leingist heim, sigur Sarah.
Jólini í fjør vórðu hildin í summarhúsinum, og áðrenn familjan fór í kirkju, svumu tey sær ein túr, og havandi hitan - ella mangulin upp á sama - í huga, so er tað ikki tað mest ráðiliga at gera í Fuglafirði hesa ársins tíð.
? Ein onnur orsøk til at mær leingist er, at hetta er fyrstu ferð, at eg eri burtur heimanífrá á jólum, og tí sakni eg skyldfólk míni, sigur Sarah, sum leggur dent á, at henni dámar væl í Fuglafirði, og at tað nokk skal fara at ganga.
Tað eru »skyldfólk« hennara í Fuglafirði samd við henni í. Tey ætla at gera sítt til at fyrstu jólini hjá Sarah uttanfyri Avstralia vera eins hugnalig og tey plaga.
Men sólina og sandin má hon droyma um ...