Tiltøk
Fyrr komu jólamenninir ? teir flestu gamlir og gráir - oman úr fjøllunum við posa á baki, tá ið tað stundaði til jóla. Í hellum uppi millum fjalla búleikast teir, tá ið jólini eru farin aftur um ? og teir síggjast sjáldan, fyrr enn aftur líður móti jólum. Aftur í ár hava teir pakka jólapakkar til børn í Eysturoy.
Í hesum nýggju tíðum, nú vegirnir eru góðir, og koyrandi er til allar bygdir í Eysturoy, verða sleturnar ikki so nógv brúktar longur. Tá ið kavi er, vitja jólamenninir kortini síni skyldfólk, sum búgva ymsastaðni millum fjalla ? og tá er sletan góð at taka til, um ov langt er at ganga.
Men at fara runt í allari Eysturoynni á sletu, tá ið eingin kavi er, er ógjørligt. Tí eru jólamenninir ? eins og øll onnur ? farnir at koyra í bili. Tað er nógv skjótari, og tá kunnu eisini nógv fleiri børn, sum búgva í ymisku bygdunum í oynni, vænta sær jólapakkar.
Um alla oynna
Leygardagin, 6. desember, fara jólamenninir soleiðis at vitja í hvørji kommunu í Eysturoy. Teir koma í reyðu og vøkru bilum sínum og øll børn, sum leggja sær klokkuna í geyma og eru á staðnum, tá ið jólamenninir koma, fáa jólapakka.
Aftur í ár hava jólamenninir heitt á Kunningarstovurnar í Eysturoy um at siga frá, nær teir kunnu væntast at verða á ymisku støðunum.
Jólabilarnir, sum fara at koyra um alla Eysturoynna í morgin, eru tveir í tali.
Jólabilur 1 steðgar á Strondum kl. 11, á Skála kl. 11.15, á Oyrabakka kl. 11.45, á Eiði kl. 12.15, við Gjógv kl. 13, í Funningi kl. 13.15, í Runavík kl. 14.30 og á Toftum kl. 15.30.
Jólabilur 2 steðgar í Funningsfirði kl. 12.00, í Oyndarfirði kl. 12.45, í Gøtu kl. 13.30, í Leirvík kl. 14.00 og í Fuglafirði kl. 14.30.
Jólamenninir siga, at øll børn, sum koma at vitja jólamenninar, fáa jólapakka.