Fótbóltur
Erik Hamrén hevur klárað seg væl sum venjari í danska felagnum AaB. Hetta hevur eisini økt munandi um áhugan fyri honum, og hóast útlit vóru fyri, at hann skuldi halda fram í AaB næstu árini, so verður hetta av ongum.
Hamrén hevur eitt ár eftir av sínum sáttmála við AaB, men nú hevur Rosenborg úr Noregi tryggjað sær svenska venjaran. Rosenborg vildi hava Hamrén at skifta nú, men tað vildu hvørki Hamrén ella AaB hoyra talan um. AaB liggur í toppinum í superliguni, og partarnir eru blivnir samdir um, at Hamrén gevst í summar, tá ið danska kappingin endar.
Jón Rói Jacobsen og Súni Olsen eru tveir av spælarunum, sum Erik Hamrén hevur undir sær í AaB.