Allir miðnámsskúlanæmingar kundu luttaka, og teir kundu frítt velja, hvussu teir svaraðu. Ein dómsnevnd við trimum limum, sum allir eru lærarar á miðnámsskúla: Guðrun Gaard, Tórshavn, Karl Olsen, Vestmanna og Anna Thomsen, Klaksvík, hevur mett stílarnar. Dómsnevndin hevur nú gjørt av, hvør skal hava tær tríggjar virðislønirnar.
Fyrstu virðisløn, sum er kr. 1.500, fekk Jón Tyril úr Norðragøtu. Hann gongur í 1. T á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy.
Aðru virðisløn, kr. 1.000, fekk Jóhanna Thomassen, Tórshanv. Hon gongur í 3. Ð á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði.
Triðju virðisløn, kr. 500, fekk Randi Hansen av Toftum. Hon gongur í 3.B á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy.
Spurningarnir, sum kundu takast upp í stílunum, kundu t.d. vera hesir:
Er skúlin tíðarhóskandi, sum er?
Hvussu sær føroyski skúlin út í 21. øld?
Hvussu skal hin føroyski skúlin skipast til tess at lúka krøvini í komandi øld?
Hvørjar eginleikar skal skúlin menna til tess at geva næmingunum besta førleikan at taka lut í framtíðarsamfelagnum?
Ætlanin er at gera stílakappingina til eitt afturvendandi tiltak. Hvat evnið verður næstu ferð, verður kunngjørt við skúlaársbyrjan.