Høgri bakkurin á landsliðnum, Jónas Tór Næs, hevur uppsagt sáttmálan við íslendsku steypavinnararnar, ÍBV. Tað váttaði hann fyri Sosialinum í gjár. 30 ára gamli verjupælarin gjørdi upprunaliga ein trý ára sáttmála við ÍBV, men hevði møguleika at uppsiga sáttmálan aftaná eitt ár. Millum annað hevur Jónas Tór Næs orlov í eitt ár frá arbeiðinum.
Jónas Tórs Næs hevur í ár spælt við ÍBV saman við eitt nú Kaj Leo í Bartalsstovu. Liðið megnaði akkurát at bjarga sær í bestu deildini, meðan tað gekk væl betri í steypakappingini, har liðið vann steypafinaluna.
Seinast Jónas Tór Næs var í Føroyum bleiv hann ársins spælari í B36. Tá feløg sum Víkingur, HB og NSÍ hava ein høgra bakk, so eru tvey boð eftir. KÍ og mest sannlíka er B36.