– Vit frøast yvir at kunna fráboða, at Jónhard Frederiksberg verður aftur at síggja á formulaliðnum hjá Skála sunnudagin 6. juli 2008, sigur Skála í tíðindaskrivi í dag.
Jónhard hevur fingið sína fótbóltsuppaling í Skála, men í fjør var hann við at vinna Føroyameistaraheitið við NSÍ. Hann hevur eisini spælt við NSÍ í fyrru hálvu í ár, men vendir nú aftur til barndómsfelagið.
Skála sigur í tíðindaskrivinum, at teir hava havt ávísar trupulleikar við málskjótingini í ár, men ætlandi skal Jónhard Fredriksberg loysa hesar trupulleikar.
– Vit vænta nú, at vit við Jónhardi Frederiksberg finna heilt aftur á gamla stevið við góðum spæli á øllum plássum, sigur Skála Ítróttarfelag.