FÓLKSINS OGN
Í sambandi við einskiljingina av Føroya Banka skrivaði stjórin á Hagstovu Føroya, Hermann Oskarsson, eina viðmerking í bløðunum, har yvirskriftin ljóðaði »Hvat er ein milliard millum vinir?«.
Her sipaði búskaparfrøðingurin til einskiljingina av Føroya Banka, har ein serfrøðingabólkur metti tað vera mest sannlíkt, at tað kundi fáast 40 prosent meira fyri bankan, um hann varð seldur einum strategiskum ella industriellum keypara. Altso var helst talan um eina milliard krónur, sum landskassin og harvið føroysku skattgjaldararnir mistu við at seta avmarkingar í søluleistin, var niðurstøðan hjá Hermanni Oskarssyni.
Hendan niðurstøðan er ikki vorðin minni aktuell, eftir at sølan av Føroya Banka er byrjað og greitt er, hvussu ovurhonds stórur áhugin er millum smáíleggjarar at ogna sær partabrøv, sum eru yvirteknaði heili 26 ferðir. Longu í morgun, tá sølan byrjaði á børsinum, fleyg kursurin upp um hægsta kurs á 189.
Tá hugt verður eftir málinum um føroysku kongsjørðina, sum eftir nýggju lógini um landsjørð tryggjar hvørjum bónda eitt umsetiligt festibræv, sær støðan út at vera uppaftur grovari.
Í seinastu útgávu av Óðalstíðindi skrivar formaðurin í Føroya Óðalsfelag, Kári á Rógvi, løgfrøðingur, um aðrar milliardir, sum verða avreiddar eftir nýggju lógini og sipar til landsjørðina, sum bøndurnir eftir nýggjari lóg fáa festbræv uppá.
- At rokna munin millum prís og virði á stórum banka er ikki hvørjum manni beskorið. Tá ið umræður landsjørðina er lættari at rokna. Í øllum førum prísin, sum landið letur síni virði fyri. Landskassin fær 0,00 krónur, sigur Kári á Rógvi.
Roknisstykkið hjá formanninum Óðalsfelagnum sær soleiðis út:
Ein gyllin í jørð liggur millum 30-40.000 krónur. Landið eigur góðar 19.000 gyllin, og virðið er sostatt í øllum førum um hálva milliard krónur. Men landið eigur bestu óbygdu jørðina í landinum, sum er í Havn, Klaksvík og á Skálafjørðinum. Hetta gevur í øllum førum nakrar milliardir krónur afturat, er niðurstøðan hjá Kára á Rógvi, sum vísir á, at hetta er galdandi, áðrenn hædd verður tikin fyri søluhátti og framferð.
- Draga vit null frá, fáa vit nakrar milliardir. Men hvat eru nakrar milliardir millum vinir? spyr Kári á Rógvi.
Hann eftirlýsir einum almennum orðaskifti um landsjørðina, men óttast fyri, at sum so mangan verður bíðað til ov seint er, tá lógin er samtykt.
- Landið fær onki fyri síni rættindi, bóndin kann selja uttan at eiga, men búnaðarstova og landsstýrismaður skulu gera nærri reglur, kunngerð, meta um serliga umstøður, undantøk, frávik og so framvegis. Lógin kundi tað sama bert verið ein paragraff sum sigur »Ari bestemmar«, sigur Kári á Rógvi.
Herfyri meldaði Heðin D. Poulsen, sum er varamaður hjá Poul Michelsen á Løgtingi, seg úr Fólkaflokkinum. Tað var júst uppskotið til nýggja jarðarlóg, sum fekk dropan at flóta yvir hjá fyrrverandi fólkafloksmanninum.