Fríggjadagin læt upp listaframsýning í Leikalund í Klaksvík, har Jórun Mørkøre fer at sýna fram list hetta til endan av juli Jórun er 24 ára gomul og er ættað av Norðoyri. Hon hevur gingið á kvøldskúla hjá Archibald Black í nøkur ár. Í 2002 var Jórun á Krabbesholm højskole í Danmark, og á háskúlanum fekk hon áhuga fyri design, tí valdi hon at lesa tann vegin. Jórun hevur verið eitt ár í Skotlandi, har hon hevur lisið 3-D design. Eftir summarfrítíðina skal hon byrja á nýggjum skúla í Brighton, har hon skal ganga í fýra ár. Jórun málar spennandi og øðrvísi landslagsmyndir settar saman við onnur motiv í akryl. Hon hevur fyrr havt framsýning í Leikalund, og framsýning hennara hesa ferð verður hangandi allan juli mánað.