Júst nú: Melodi Grand Prix semifinala

Fyri løtu síðani byrjaði fyrra semifinalan í Eurovision sangkappingini ella Melodi Grand Prix, sum vit vanliga kalla tað her í Føroyum

 

Tvey norðurlond eru við í fyrru semifinaluni. Finland byrjaði ballið, tá Sandja sang sangin Sing It Away. Seinni í kvøld skal íslendska Gréta Salóme á pallin. Hon syngur sangin Hear Them Calling.

 

Hini londini, sum luttaka í kvøld eru í rættari raðfylgju, Grikkaland, Moldova, Ungarn, Kroatia, Holland, Armenia, San Marino, Russland, Tjekkia, Kypros, Eysturríki, Estland, Aserbadjan, Montenegro, Bosnia og Hersegovina og Malta.

 

Harumframt luttaka Frankaríki, Spania og Svøríki, tó at tey longu eru tryggjaði luttøku í finaluni leygarkvøldið.

 

Seinna semifinalan, har bæði Danmark og Noreg luttaka, verður hóskvøldið klokkan 20. Finalan verður leygarkvøldið klokkan 20. Sendingarnar síggjast á DR1 og DR Ramasjang.