Ja til nýskipan í Marokko

Veljararnir í Marokko hava við ovurstórum meiriluta tikið undir við at broyta landsins stýrisskipan, soleiðis sum Mohammed kongur hevur skotið upp. Fólkaatkvøða var um spurningin í gjár, og sambært myndugleikunum atkvøddu 98,5 prosent fyri uppskotinum. Valluttøkan var 72,7 prosent.

Broytingin ella nýskipanin gevur tjóðartinginum og stjórnini størri vald, men kongur verður framvegis ríkisovasti, og hann varðveitir leiðsluna yvir dómsvaldinum, átrúnaðinum og herinum. Kortini verður dómsvaldið meiri óheft enn nú.

Nýskipanin í Marokko er ein beinleiðis avleiðing av teimum politisku rembingunum í Norðurafrika og Miðeystri teir seinastu mánaðirnar. Higartil hevur nýskipanaruppskotið hjá kongi forðað fyri mótmælum og ófriði í Marokko.