Jakarta stendur undir í vatni

Næstan 400.000 fólk eru flýdd frá húsi og heimi, eftir at áhaldandi regn hevur lagt meginpartin av stórbýnum undir í vatni.

Umleið tríggir fjórðingar av indonesiska høvuðsstaðnum stendur undir í vatni, og í summum býarpørtum stendur vatnið fýra metrar oman fyri gøturnar.

Minst tólv milliónir fólk búgva í býnum. Higartil eru 25 fólk funnin deyð, og næstan 400.000 eru flýdd heiman, tí húsini standa undir í vatni. Myndugleikarnir bera ótta fyri umfarssóttum, tí kloakkirnar flóta yvir. Indonesisku veðurmenninir siga frá meiri regni, og einki bendir á, at vatnið í býnum er minkandi, skrivar Reuters.

Jakarta er at kalla avbyrgdur frá umheiminum, tí vegirnir og jarnbreytirnar kunnu ikki brúkast, og aðrar skipanir so sum vatnveiting og ravmagn virka heldur ikki. Telefonsambandið er eisini slitið.

Stjórnin hevur sent fleiri túsund hermenn til býin at hjálpa teimum, sum flýggja undan vatnflóðini. Sjálvboðin hjá indonesiska Reyða Hálvmána og øðrum hjálparfelagsskapum royna eftir førimuni at bera fólki reint vatn og mat, men tað nógva vatnið í gøtunum ger hjálpararbeiðið sera trupult.