Jákup tekur eitt ár afturat

Í Fuglafirði fegnast tey, nú Jákup Mikkelsen hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við ÍF

ÍF skrivar á heimasíðu sínari, at Jákup Mikkelsen hevur tikið avgerð um, at hann eisini spælir við ÍF komandi kappingarár.

- Tað er við stórari gleði, at vit kunnu almannakunngera, at royndasti maðurin í føroyskum fótbólti heldur fram hjá okkum. Talan er sjálvsagt um Jákup Mikkelsen, sum við sínum 342 dystum í fremstu deildini, umframt 73 A-landsdystum fyri Føroyar, hevur gjørt sáttmála, sum inniber, at hann verður at síggja í ÍF búnanum í ár. Jákup hevur spælt 112 í fremstu deildini, steypakappingini og Euro League dystir fyri okkum síðan hann kom her í 2010, skrivar ÍF á heimasíðuni.

Hetta merkir, at Jákup fer  undir sítt fimta ár í Fuglafirði. Tvær ferðir hevur hann vunnið silvur í steypakappingini og tvær ferðir í landskappingini hesi árini.