- Hóast nýggi sáttmálin við russar ikki er tann besti, fegnist eg um, at okkara limir kunnu fara til arbeiðis - eisini í Barentshavinum í 2025, sigur Jan Højgaard. Mynd: Álvur Haraldsen

Fiskimannafelagið fegnast um russarasáttmálan

- Vit kundu havt lorkað alt burtur, sigur formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, sum fegnast um, at nýggjur sáttmáli er komin upp á pláss

- Hóast nýggi sáttmálin við russar ikki er tann besti, fegnist eg um, at okkara limir kunnu fara til arbeiðis - eisini í Barentshavinum í 2025, sigur Jan Højgaard. Mynd: Álvur Haraldsen

Nú eru samráðingarnar við Russland fyri 2025 lidnar, og sáttmálin er undirskrivaður millum partarnar.

 

- Vit í Føroya Fiskimannafelag og nógvir fiskimenn hildu ondini, tá samráðast skuldi um nýggjan fiskveiðisáttmála við Russland. Semja var ikki í samgonguni, um vit skuldu halda fram ella ikki, sigur Jan Højgaard, felagsformaður við heimasíðuna hjá Fiskimannafelagnum.

 

Í farnu viku ráðførdi landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum seg við løgtingsins uttanlandsnevnd um samráðingar við Russland um fiskiveiðiavtalu fyri 2025.

 

- Tað hoyrdist fyri fundin, at meiriluti var ikki í uttanlandsnevndini at fara til samráðingar við Russland. 

 

Jan Højgaard vísir á, at hann tosaði við fleiri løgtingslimir upp undir fundin og greiddi frá, hvussu neyðugt tað er at fáa í lag sáttmála við Russland.

 

- Sáttmálin er lívsgrundarlagið hjá fleiri av okkara limum, sigur felagsformaðurin.

 

Hann sigur, at spenningur var, hvørt ein meiriluti var í nevndini fyri at fara til samráðingar.

 

- Tíbetur hevur onkur flutt seg, tí formaðurin í nevndini, Bjarni Hammer, kundi boða frá, at eisini hann var við í meirilutanum at siga ja til samráðingarnar.

 

Jan Højgaard ásannar, at var ikki meiriluti í uttanlandsnevndini, kundi lívsgrundarlagið verið rykt undan nógvum fiskimonnum og teirra húskjum. 

 

- Sum formaður í Fiskimannafelagnum er tað mær ein stór gleði, at nýggjur fiskiveiðisáttmáli nú er undirskrivaður, tí útlitini vóru, at alt fór at vera lorkað burtur.

 

Men, tíbetur endaði tað ikki so, staðfestir felagsformaður.

 

- Hóast sáttmálin ikki er tann besti, so fegnist eg um, at okkara limir kunnu fara til arbeiðis - eisini í Barentshavinum í 2025, sigur Jan Højgaard við heimasíðuna hjá Fiskimannafelgnum.

 

- Hóast nýggi sáttmálin við russar ikki er tann besti, fegnist eg um, at okkara limir kunnu fara til arbeiðis - eisini í Barentshavinum í 2025, sigur Jan Højgaard. Mynd: Álvur Haraldsen