Jan skal menna ungu spælararnar í MB

MB hevur sett 36 ára gamla Jan Skoupil úr Kekkia sum høvðusungdómsvenjara

MB hevur sett 36 ára gamla Jan Skoupil úr Kekkia sum høvðusungdómsvenjara. Hann tekur við eftir íran James Dermody

 

MB skrivar:

 

Eftir ætlan skuldi James koma aftur á vøllin nú februar byrjaði, men hetta bleiv tíverri ikki veruleikin. Vit takka James fyri tíðina og alt arbeiðið hann legði fyri dagin, og ynskja honum alt tað besta framyvir.

 

Í hansara stað kemur ein annar venjari við góðum dygdum, hópin av førleikum og fjølbroyttum royndum.

 

Jan Skoupil er 36 ár, ættaður úr Kekkia og hevur búð seinastu árini í Kanada. Hann hevur vant smábørn, ung og vaksin. Jan hevur lokið eina longri útbúgving innan ítrótt. Harumframt hevur hann millum annað UEFA A og UEFA Elite Youth A prógv.

 

Eins og undanfarin ár hevur venjarin ábyrgdina av øllum liðum felagsins.