Troels Lund Poulsen fór i kvøld til kongin eftir miseydnaðar stjórnarsamráðingar í Keypmannahavn. Nú byrjar nýggj kongsrunda leygardagin. (Mynd: Ritzau Scanpix)

Stjórnarsamráðingar í Danmark: Nýggj kongsrunda verður í morgin

Ein nýggj kongsrunda verður í morgin klokkan 11, eftir at Troels Lund Poulsen hevur boðað konginum frá, at honum ikki hevur eydnast at skipa nýggja stjórn í Danmark.

Troels Lund Poulsen fór i kvøld til kongin eftir miseydnaðar stjórnarsamráðingar í Keypmannahavn. Nú byrjar nýggj kongsrunda leygardagin. (Mynd: Ritzau Scanpix)

Tað upplýsir danska kongshúsið í tíðindaskrivi.

 

Leiðararnir fyri donsku flokkarnar skulu í morgin møta í Frederik VIII’s Palæ á Amalienborg, har teir skulu vísa á, hvør eigur at fáa uppgávuna sum nýggjur kongaligur kanningarleiðari.

 

Javnaðarflokkurin verður fyrstur, tí flokkurin er størstur í Fólkatinginum.

 

Troels Lund Poulsen tók fyrr í mai yvir samráðingarnar frá Mette Frederiksen, sum hevði samráðst í seks vikur uttan úrslit.

 

Fyrr í vikuni legði hann fram ætlanir um eina borgarliga minnilutastjórn við Venstre, Liberal Alliance og Det Konservative Folkeparti.

 

##med2##

 

Men Moderaterne við Lars Løkke Rasmussen á odda vrakaðu ætlanina í dag.

 

– Tað hevði verið ein sera ótrygg leið at farið, og tað er ikki tað, Danmark hevur brúk fyri í verandi trygdarstøðu, segði Lars Løkke Rasmussen.

 

Í samrøðu við TV 2 News í kvøld segði hann eisini, at tað nú helst verður Mette Frederiksen, sum aftur verður forsætisráðharri.

 

Troels Lund Poulsen fór i kvøld til kongin eftir miseydnaðar stjórnarsamráðingar í Keypmannahavn. Nú byrjar nýggj kongsrunda leygardagin. (Mynd: Ritzau Scanpix)

Lars Løkke Rasmussen boðaði fríggjadagin frá, at Moderaterne ikki kunnu stuðla einari VLAK-stjórn. Tað gjørdi enda á stjórnarætlanini hjá Troels Lund Poulsen. (Mynd: Ritzau Scanpix)