Januar 2010

Roykvarnarar í hvørt hús


Vit vita fleiri dømi um tað, har fólk og børn doyggja í eldsbruna, og har eingin roykvarnari er, sigur Petur Lava Olsen, deildarstjóri í Brunaumsjón Landsins.



Bíligasta lívstryggingin, sum finst«, verður sagt um roykvarnarar. Men gott 20 prosent av øllum heimum í Danmark hava ongan roykvarnara, og hóast tað í Føroyum ikki eru nøkur hagtøl um hetta, kann væntast at støðan er lítið øðrvísi.

Í Danmark er kjakið um roykvarnarar av álvara blussað upp aftur, eftir at tvey børn brendu inni í Nivå 2. jóladag. Kanningar hava síðani víst, at eingin roykvarnari var í húsunum, og sambært hagtølunum kundi ein slíkur havt bjargað teimum.

Donsk hagtøl vísa, at í umleið 85 prosentum av førunum , har fólk doyggja í eldsbruna, er eingin roykvarnari í húsunum.

Hóast eingi hagtøl eru í Føroyum um hetta, heldur Petur Lava Olsen, deildarstjóri í Brunaumsjón Landsins, at hetta er á einari leið.

- At siga, at nakar doyr, tí eingin roykvarnari er, kunnu vit gita. Vit vita fleiri dømi um tað, har fólk og børn doyggja í eldsbruna, og har eingin roykvarnari er. Vit vita eisini um fleiri dømi, har fólk eru bjargað undan eldsbrunanum, har roykvarnari er í húsunum, sigur Petur Lava Olsen.


Vinnur nógva tíð

Tá eldur er í, ferðast roykurin langt áðrenn eldurin. Petur Lava Olsen greiðir frá, at ein roykvarnari varnast eldin heilt tíðliga í roykfasuni, og at tað tí er í heilt góðari tíð, at roykvarnarin ger vart við seg.

- Tað er somikið tíðliga, at tá er enn somikið av luft eftir, at tú klárar út. Tað er koliltuinnihaldið (CO) í luftini, sum fer beinleiðis í blóðið, og sum tú heilt knappliga fellur í óvit av, og so tíðliga í roykfasuni er innihaldið av hesum enn sera lágt, staðfestir Petur Lava Olsen.


Í hvørt einasta hús

Petur Lava Olsen sigur frá, at í løtuni verður arbeitt við at leggja seinastu hond á eina kunngerð um brunaverju og brunatrygd. Nýggja kunngerðin fer at krevja roykvarnarar inn í hvørt einasta hús í Føroyum, har fólk búgva.

Hetta má kallast veruligt stórlop, tá Føroyar í nógv ár hava verið, og enn eru einasta Norðurland, sum onga lóg hava um roykávaring. Í Danmark og øðrum Norðurlondum er krav, at í øllum nýbygningum skal roykvarnari setast upp.


Má kannast regluliga

Petur Lava Olsen greiðir frá, at eitt er at roykvarnarar eru settir upp í húsunum, meðan annað og nógv meira umráandi er at halda teir viðlíka og kanna teir.

- Har eru fýra punkt, sum mugu gjøgnumgangast av og á. Eitt er at taka við dustsúgvaranum eftir honum av og á, næsta er at royna hann við royndarknøttinum av og á. Triðja punktið er at skifta battaríið hvørt ár, meðan fjórða punktið er, at roykvarnarin má roynast av og á við onkrum royki, sigur Petur Lava Olsen.



***


Serfrøðingar gjørdu enda á Dimmu

Ert tú ósamd í eini avgerð skalt tú altíð lurta eftir tær sjálvum, sama hvat serfrøðingar siga.

Tað er ein lærupengi, sum Beata L. Samuelsen hevur fingið burtur úr fíggjarliga samanbrotinum hjá Dimmalætting, har hon var næststørsti privati partaeigari. Hon sigur, at tað, sum beindi fyri Dimmalætting, var, at tey keyptu Vinnuvitan og Vikublaðið.

- Eg eri ikki handilsfólk, og serfrøðingar og ráðgevarar hálovaðu keypinum og greiddu okkum frá, hvussu fantastisk íløgan var, sigur Beate.

- Følir tú tað í búkinum og í høvdinum, at ein avgerð er skeiv, skalt tú halda fast við tína støðu, sama havt serfrøðingar og ráðgevarar halda, sigur hon.



Stavifeilir oyðileggja trúvirðið

Stavifeilir skera ikki bara í eyguni; teir oyðileggja eisini trúvirðið í sjálvt tí besta skrivinum ella brævinum, sigur Jonhard Mikkelsen, cand. mag og lærari, sum lærir fólk stavseting.

- Fólk, ið duga at stava, síggja fyrst feilirnar, áðrenn tey lesa innihaldið. Stavivillur oyðileggja sjálvt tað besta brævið. Ikki bara hakar tað í eyguni, men tað oyðileggur trúvirðið í tí, ið sagt verður. Tann góði boðskapurin, tað góða innihaldið fer ofta fyri skeyti, tí móttakarin situr bara og illneitast inná, hvussu óhjálpið brævið er, sigur Jonhard Mikkelsen.




Nógv dýrari at liva

Tá ið fólk siga, at tað er blivið dýrt at liva, er tað ikki tikið úr leysari luft. Tølini vísa, at hesi síðstu 11 árini er tað blivið yvir 30% dýrari at liva. Hetta sæst í eini uppgerð frá fíggjarmálaráðnum til Løgtingið um gongdina í prístalinum frá 1. januar í 1998 til 1. januar í fjør. Her eru tølini ikki útgreinað á nakran hátt fyri ymsar vørubólkar, men tilsamans vísa tey eina stóra øking, tí sum tað sæst í talvuni er prístalið fyri 1. januar í 1998 sett til 100, men tann 1. januar í 2009 var tað komið heilt upp á 134,4%. Sostatt er tað blivið 34,4% dýrari at liva hesi síðstu 11 árini.




Vilja gjalda fyri barnaansing

Tað hevur lítið at siga fyri havnarfólk, hvat tað kostar at fáa børnini ansað. Tað vísir kanning, sum er gjørd fyri Tórshavnar kommunu. Sambært spurnarkanning, sum Lóður hevur gjørt fyri Tórshavnar Kommunu, er prísurin fyri barnaansing ikki tað, sum foreldrini hugsa mest um.

- Úrslitið kann skiljast á tann hátt, at fer ansingarstøðið upp, so hevur tað ikki eins stóra negativa ávirkan, at prísurin fer upp, metir Heri á Rógvi, sum hevur staðið fyri kanningini.


***



Umsorganin fyri øðrum er dýrmætasta ábyrgd, vi tkunnu átaka okkum. Næstrakærleiki er størsta gávan, vit kunnu lata

Kaj Leo Johannesen, løgmaður, í nýggjársrøðuni til føroyingar


Danskur tónleikur stinkar. Hann er forpestaður av øllum hesum elektronisku bólkunum, sum eru nú, og sum eisini taka yvir í Føroyum. Men tað má vælsaktans vera okkurt, sum kann savna ta donsku tjóðina, og hví kundu tað ikki verið vit.

Finnur Jensen, sangari í poppbólkinum Páll Finnur Páll