Undirgrund
Í døgunum 4. og 5. mai verður stór altjóða jarðfrøðilig ráðstevna í Havn, har flieir av heimsins leiðandi serfrøðingum innan basalt fara at halda fyrilestrar. Tað er Jarðfrøðissavnið, sum skipar fyri hesi fyrstu ráðstevnuni á slíkum slag í Føroyum. Tað er eisini fyrstu ferð yvirhøvur, at ráðstevna verður fyriskipað, har tað í heilar tveir dagar bara verður sett fokus á eitt evni, í hesum førinum basalt og her serstakliga okkara egna basalt.
Sigurd í Jákupsstovu, leiðari av Jarðfrøðissavninum sigur við Sosialin, at teir ein av fyrstu døgunum fara at senda skránna út. Teir hava eisini júst lýst við ráðstevnuni í stóra altjóða oljublaðnum "Uppstream". ?Eg vóni, at tað fara at møta eini 50 til 100 fólk til ráðstevnuna, sum verður í Norðurlandahúsinum sigur hann. Talan er um jarðfrøðingar, jarðalisfrøðingar og verkfrøðingar og annars fólk við áhuga fyri hesum evninum. Eisini kann hugsast, at lesandi frá hægri lærustovnum fara at luttaka.
Sigurd í Jákupsstovu sigur, at eisini fólk frá Jarðfrøðissavninum fara at hava framløgur, umframt at fleiri kend nøvn úr útheiminum vera við. Evnið er balsaltøkið við Føroyar og á Atlantsmótinum og sjálvandi eisini, hvat kann hugsast er undir basaltinum.
Tað kann ikki sigast annað enn, at Jarðfrøðissavnið við hesum tiltakinum hevur rakt seymin á rætta høvdið, tí nettupp spurningurin um balsaltið er hann, sum hevur størstan týdning fyri okkum og tey oljufeløg, sum leita og fara at leita eftir olju og gassi í føroysku undirgrundini. Sigurd í Jákupsstovu dylur so heldur ikki fyri, at eitt av endamálunum við ráðstevnuni er at marknaðarføra Føroyar og økið her, her ikki minst nú vit skulu til at fyrireika eina 2. Útbjóðing. So ráðstevnan má sigast at vera væl "timað".
Nøkur av evnunum á ráðstevnuni eru hesi: Regional geology, sub-basalt exploration, exploration case histories og prospectivity and future potential.
Vit síggja, at júst hesi evni hava alstóran týdning fyri víðari leitingina, kanninganar og virksemi á føroyska landgrunninum.