Javnleikur ímillum Føroyar og Danmark

Tað endaði við 1-1 javnleiki, tá ið U-21 liðini hjá Føroyum og Danmark brustu saman í Gundadali í kvøld.

Danir vóru oman á og brendu nógvar møguleikar, men føroyingar vóru væl við og høvdu nakrar fínar málmøguleikar, tá ið teir fóru í mótálop.

Síðst í fyrra hálvleiki komu danir upp á 1-0, men í teimum síðstu minuttunum javnaðai Róaldur Jakobsen fyri Føroyar til 1-1 og tað gjørdust eisini endaliga úrslitið.

Í tíðini, dómarin hevði lagt afturat, fekk Karl Løkin sítt annað gula kort og hann varð sostatt vístur av vølli.

Bill M. Jacobsen, landsliðsvenjari, var serstakliga fegin um úrslitið.

Serliga glaður var hann um, at ímóti dystarenda vóru tað vit, sum løgdu trýst á danir og tað er ikki vanligt, at tað er føroyska liðið, sum trýstir mótstøðuliðið. Heldur plagdu tað vera vit, sum hava verið trýstir í botn