Javnstøðunevndin onga meining um javnstøðu millum LGBT-persónar

– Um javnstøðulógin skal broytast er sjálvandi upp til løgtingið, sigur Mai Laksáfoss Simonsen, forkvinna í Javnstøðunevndini.

Miðlahúsið hevur roynt at spurt Javnstøðunevndina, hvat tey halda um, at javnstøðumálaráðharri føroyinga ikki vil fundast við sínar norðurlendsku ráðharrasamstarvsfelagar um umstøðurnar hjá ungum LGBT-persónum. Men Javnstøðunevndin hevur ikki tær stóru viðmerkingarnar til hetta. 

 

– Javnstøðulógin fevnir ikki um ymiskar seksualitetir. Nevndin hevur ikki viðgjørt hendan spurningin, sigur Mai Laksáfoss Simonsen, forkvinna í Javnstøðunevndini.

 

Í Danmark er øðrvísi. Har fevnir javnstøða eisini um javnstøðu millum fólk við ymiskum samleika, og dentur verður lagdur á ein felags innsats fyri at fremja tryggleika, trivnað og javnbjóðis møguleikar hjá hesum persónum – og hetta verður ført út í lívið av javnstøðumálaráðnum. Men ikki í Føroyum. Her er endamálið við lógini bara at beina burtur mismun vegna kyn.

 

Fyrrverandi javnstøðumálaráðharri, Eyðgunn Samuelsen, segði við in.fo í gjár, at man væl kundi tikið kjakið upp í Føroyum, um tíðin er komin til at nútímansgera javnstøðulógina, sum er frá 1994. Hvat heldur Javnstøðunevndin um tað?

 

– Vit eru sett at umsita núverandi lóg. Um lógin skal broytast er sjálvandi upp til løgtingið. Virðispolitik er løgtingið valt at føra, sigur Mai Laksáfoss Simonsen, forkvinna í Javnstøðunevndini.

 

Myndina oman fyri hevur Norðurlandahúsið lagt út. Tey siga soleiðis í morgun:

 

– Brot á mannarættindi og haturstala ímóti LGBT+ persónum er vaksandi á alt ov mongum støðum í heiminum. Við at arbeiða saman kunnu norðurlondini átaka sær ein leiðandi leiklut á alheims støði fyri at verja og menna LGBT+ rættindi.