Javnt millum havnafeløg

Mikukvøldið spældu fremstu liðini í landskappingini í fjør, HB og B36, fyrsta venjingardystin í ár.

Dysturin, sum varð spældur á niðara vølli í Gundadali, endaði við javnleiki 1-1. Málið hjá B36 skoraði Fróði Benjaminsen, meðan Kári Nielsen javnaði fyri HB.