Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum ætlar at tosa við landsstýrismannin í uttanríkismálum, Jenis av Rana, um radaramálið, áðrenn landsstýrismaðurin fær ráðførslusvarið frá nevndini.
Tann fundurin skuldi ætlandi vera í farnu viku, men fundurin varð avlýstur.
Bill Justinussen, formaður í uttanlandsnevndini, sigur við KvF á middegi í dag, at roynt fer at verða at hava tann fundin í hesi vikuni.
Enn er tó eingin fundur ásettur.
Jenis av Rana vil hava svar frá uttanlandsnevndini í hesari vikuni um, hvørja støðu nevndin til radaramálið.