Jenis brast í sjóheitan grát

Tað stóð rættiliga nógv á Jenisi av Rana, tá ið hann varð fríkendur í Føroya Rætt í morgun og hann sigur, at hesi bæði síðstu árini hava verið sum eitt helviti, ið várharra og álit frá sjúklingunum hava ført hann heilskapaðan ígjøgnum

 - Hetta hevur verið tann ringasta tíðin í mínum lívi. Men nú er at leggja hetta aftur um bak og líta frameftir.

Tað eru nú tvey ár síðani, at Jenis av Rana, løgtingsmaður og lækni, varð meldaður fyri at hava misrøkt sínar skyldu sum lækni.

Sjálvur sigur hann, at hendan tíðin hevur verið so trupul, at hann hevði hug at samanbara hetta sum at hava verið tvey ár í einum helviti.

Men ikki fyrrenn í gjár kom tað so langt, at málið var til viðgerðar í Føroya Rætti og klokkan 9.15 í morgun kom so løtan, har dómurin skuldi fellast og tað sostatt skuldi staðfestast um hann var sekur ella ósekur.

Og tað var týðiligt, at tað hevur staðið nógv á Jenisi av Rana, tí tá ið hann hoyrdi dómaran siga tey forloysandi orðini, at hann var fríkendur, tók hann báðar hendurnar upp fyri andlitið og brast í sjóheitan grát.

- Eg sigi bara halleluja, var hansara allar fyrsta viðmerking til fjølmiðlarnar, tá ið hann kom úr aftur rættarsalinum, eftir at dómurin var feldur.

Hann takkaði eisini várharra fyri at hann hevði fært tey ígjøgnum tað helviti, sum hann hevði hug at kalla hesi bæði síðstu árini.

- Hetta var ein so stórur lætti, at tað kann ikki sigast við orðum. Eg hevði fyrireikað meg upp á, hvussu eg kundi fara at reagera. Men eina slíka reaktión hevði eg ikki væntað men hvussu reaktiónin veruliga verður, uppdagar tú ikki fyrrenn tað rapar og tað loysist upp fyri frustratiónunum, vónbrotunum og kanska óttanum við.

Jenis av Rana varð ákærdur fyri at hava forsømt sína fráboðanarskyldu til barnaverndina, eftir at ein ung genta skuldi havt fortalt honum í viðtalinum, at pápi hennara hevði framt kynsligan ágang ímóti henni.

Sjálvur hevur Jenis av Rana alla tíðina tvíhildið um, at hetta var tann beri heilaspuni og í morgun fekst so dómarans orð fyri, at hann er ósekur.

Alt rættarmálið var fyri afturlætnum hurðum fyri at verja tað ungu gentuna, sum hevði verið fyri kynsligum ágangi frá pápanum.

Seinni fekk pápin dóm fyri misbrotið, men spurningurin hesuferð snúði seg um Jenis av Rana visti um málið í so stóran mun, at hann átti at havt boðað barnaverndini frá.

Tað vóru bæði fremmandur dómari, fremmandur ákæri og fremmandur verji, sum førdu sakina í Føroya Rætti.


Hevur verið hart

Jenis av Rana sigur, at hesi bæði árini hava verið ringasta tíð í hansara lívi.

- Men tað allar ringasta var eftir at ákærin hevði havt sínar endaligu viðmerkingar til málið seinnapartin í gjár.

- Tá føldi eg meg næstan at standa til ein deyðadóm, tí eg upplivdi ákæran ómetaliga ágangandi og óbehagiliga og tað var avgjørt ikki nakað, sum hevur økt mítt álit á ákæruvaldið.

- Tað var ein løgin kensla, tí eg hevði ikki væntað ein slíkan ágang í einum føroyskum rættarsali,

- Í einum føroyskum rættarsali, eiga vit at kenna okkum trygg, leggur hann afturat.

Hann sigur, at hann ikki hevði ivast í at stevnt fyri ærumeiðing, vórðu orðini søgd uttanfyri rættarsalin, sum ákærin førdi fram, áðrenn hon legði málið í hendurnar á dómaranum.

- Men hevur hendan tíðin verið ring, var løtan í morgun, tá ið dómurin varð sagdur, ein av teimum allarbestu løtum í mínum lívi, tí dómarin var samdur við mær um, at eg var ósekur.

Jenis av Rana sigur, at ongin kann siga frá, hvussu trupul hendan tíðin hevur verið.

- At vakna um næturnar og rópa eftir hjálp, havi eg ikki upplivað áður, fyrrenn nú og tað hevur verið ein dagligur kampur at fara til arbeiðis hvønn dagin.

Annars segði ákærin í morgun, at tey hava gjørt sær stóran ómak í málinum og hava ført tey sjónarmið fram, sum tey halda, hava týdning fyri málið.


Ikki mist álitið

Eitt tað týdningarmesta hjá einum lækna, er at sjúklingarnir hava álit á honum og í hesum føri var vandi fyri, at hann kundi mist tað álitið.

Men tað hevur hann onki merkt til heldur tvørtur ímóti.

- At sjúklingar hava mist álitið á mær, havi eg tíbetur onki merkt til yvirhøvur og tað hevur verið ein ómetalig styrki og tað eri eg ómetaliga glaður fyri.

- Men hetta kundi eisini kostað mær mín løgtingsess, tí tað var um reppið, at eg fall á valinum í januar og tað er væl hugsandi, at hendan sakin hevur kostað mær nógvar atkvøður, sigur Jenis av Rana.

Hann sigur, at nú er bara at leggja hetta afturum og at líta framyvir.

Ákærin hevur ikki tikið støðu til um málið skal skjótast inn fyri Landsrættin.

Við fjølmiðlarnar í morgun segði ákærin, at tey nú fóru at lesa dómin og so taka tey støðu til um dómurin skal skjótast inn fyri Landsrættin.

Jenis av Rana ivast ikki í, at dómurin verður ikki skotin inn fyri landsrættin.

- Tað droymi eg ikki um, tí nú hetta fáa ein enda, segði hann.


Dómurin


Soleiðis ljóðaði dómurin yvir Jenis av Rana:


Der er imidlertid ikke belæg for at antage, at tiltalte, heller ikke på grund af sit mangeårige bekendtskab til familien og den øvrige kontakt til familien, herunder gennem den menighed hvor både tiltalte og de færdedes, bevidst har valgt at undlade at underrette bøneværnstjenesten om de oplysninger, som tltalte havde fået kendskab til.

Der er endvidere ikke tilstrækkeligt grundlag for at fastslå, at det burde have stået tiltalte klart, at tiltalte, efter de oplysninger, som tiltalte var blevet bekendt med om de to spontane episoder og karakteren av disse, havde pligt til at underrette børneværnstjenesten herom.

Da forholdet iøvrigt ikke kann henførest undir straffelovens § 157, vil tiltalte derfor være at frikende


Thi kendes for ret


Tiltalte, Jenis av Rana, frifindes. Statskassen betaler sagens omkostninger






Ì dóminum verður víst til grein 157 í revsilógini. Hon sigur:


Når nogen, som virker i offentlig tjeneste eller hverv, gør sig skyldig i grov eller oftere gentagen forsømmelse eller skødesløshed i tjenestens eller hvervets udførelse eller i overholdelsen af de pligter, som tjenesten eller hvervet medfører, straffes den pågældende med bøde eller fængsel indtil 4 måneder. Uden for foranstående bestemmelse falder hverv, hvis udførelse hviler på offentlige valg.