Ein av teimum trimum samgonguleiðarunum er Kaj Leo Johannesen, formaður Sambandsfloksins, og hann metir ikki, at luttøkan hjá løgmanni í Grasagarði á tiltaki hjá Friðarboganum á nakran hátt eigur at fordømast.
- Tað er burturvið av Jenisi at krevja eina umbering frá løgmanni. Persónliga metingin hjá løgmanni var, at tað var rætt at halda røðu í Grasagarði, og tað avgerð skal hann sleppa at hava, sigur Kaj Leo Johannesen.
Einki samgongustríð
Formaður Sambandsfloksins heldur ikki, at avgerðin hjá løgmanni at luttaka á einum so eldfimum og umstríddum tiltaki fer at seta kílar í samgonguna.
- Hóast hann er ovasti myndugleiki samgongunnar, umboðaði løgmaður sín persón og síni sjónarmið í Grasagarði. Tað meti eg ikki vera skeivt, og vónandi verður tað ongantíð mín lutur at fordøma, sigur Kaj Leo Johannesen. Hann sigur, at eingin er nóg stórur og høgur at hava rætt til at krevja umbering fyri sjónarmiðini hjá einum øðrum.
Politisk ábyrgd
Sum floksformaður er tað ikki óhugsandi, at føroya løgmaður einaferð kemur at eita Kaj Leo Johannesen. Spurdur, um hann hevði sagt ja at luttikið á slíkum tiltaki hjá Friðarboganum, er Kaj Leo greiður.
- Ein og hvør politiskur leiðari hevur eina ábyrgd at luttaka, tá hann verður spurdur, og hóast eg ikki í løtuni kann siga, hvørt eg hevði sagt ja ella ikki, um eg var í hesi støðuni, er einki skeivt við at tosa um tolsemi og javnbjóðis rættindi til allar borgarar, sigur Kaj Leo.
Hann undirstrikar, at Sambandsflokkurin byggir á kristna siðaarvin, men tá talan er um etiskar spurningar, kann og eigur ein og hvør at taka sína egnu, persónligu støðu.