Jens Marni slapp ikki undir skurð

Eftir ætlan skuldi Jens Marni Hansen herfyri undir skurð við raddbondum hansara, men læknarnir frámælti honum at fara undir skurð. Vandin fyri at missa sermerktu røddina varð ov stórur. Tað gjørdist fyri stuttum greitt, at Jens Marni Hansen skuldi á Ríkissjúkrahúsið, har raddbond hansara skuldi undir skurð. Men læknarnir hildu tað verða ov stórur møguleiki fyri, at tað sermerkta við røddini hjá Jens Marna Hansen fór at detta burtur.

 

Men Jens Marni Hansen heldur ikki túrin til Keypmannahavnar verða fyri einki, hóast eingin skurðviðgerð bleiv.

 

-Læknin greiddi mær væl frá nógvum týdningarmiklum viðurskiftum við míni rødd, so eg fekk nógv burturúr, at tosa við hann, sigur Jens Marni Hansen.

 

Um støðan hjá raddbondunum hjá Jens Marna Hansen versnar, so er altíð møguleiki fyri at leggja hann undir skurð seinni.