Fótbóltur
Jens Martin Knudsen er givin sum málverji á hægsta støði. Fimm minuttir fyri leiklok í Klaksvík leygardagin fór Jens Martin av vøllinum. Í hansara stað kom Tórður Thomsen, sum hevur sitið á beinkinum alt hetta kappingarárið og bíðað, inntil tað skuldi verða hansara tørn.
- Eg verði ikki málverji í Formuladeildini næsta ár. Hvørki í NSÍ ella í øðrum felag. Higartil hava familjan og fótbólturin staðið í fremstu røð, og so hevur annað arbeiði verið lagað eftir tí. Fyri nøkrum vikum síðani fór eg í starv sum virkisleiðari á saltfiskavirkinum Vaðhorn á Strondum, og nú verður mín leiklutur í fótbólti lagaður eftir arbeiðnum.
Jens Martin leyk í fjør hægstu venjaraútbúgving. Tað ljóðaði nakað herfyri, at hann skuldi vera venjari í Gøtu næsta ár. Men soleiðis verður tað ikki.
- Eg verði ikki málverji í fremstu røð, og eg verði heldur ikki venjari í fremstu røð. Eg havi tilboð frá NSÍ um at halda fram í felagnum sum málmansvenjari. Hvussu tað verður við tí, og hvussu tað verður við landsliðnum, har eg eri sáttmálabundin sum málmansvenjari inntil á nýggjárinum, dugi eg ikki at siga enn. Fótbóltsframtíðin verður avklárað ein av næstu døgunum, men tað er greitt, at eg giri niður, sigur 40 ára gamli málmansveteranurin, sum úti í heimi man vera kendasti føroyski málverjin – í topphúgvuni.
Tú hevur útbúgving sum venjari, men nú sleppur tú fótbóltinum heilt?
- Nei ikki heilt. Eg eri farin í annað starv, sum krevur so nógv, at eg ikki haldi tað vera ráðiligt at fara undir aðra nýggja stóra avbjóðing sum Formulavenjari, samstundis sum eg skal seta meg inn í hetta nýggja starvið. Men møguleikin er opin fyri, at eg seinni fari at venda aftur til fótbóltin í fremstu røð.
Kanst tú brúka nakað av venjaraútbúgvingini í starvinum sum virkisleiðari innan fiskivinnuna?
- Avgjørt. Nógv av útbúgvingini sum venjari snýr seg um at fáast við fólk og um at leggja til rættis. Starvið sum virkisleiðari snýr seg eisini um at fáast við fólk og at leggja til rættis.
Jens Martin hevur fingist nógv við fiskaarbeiði. Pápi hansara var í nógv ár virkisleiðari á Handils&Frystivirkinum í Fuglafirði, og har var Jens Martin í mong ár frá tí, at hann var stórur smádrongur. Meðan Jens Martin spældi við GÍ, arbeiddi hann á fiskavirkinum í Gøtu.
Einki at vera bangin fyri
Spurningurin er so, hvør skal verja føroyameistaramálið hjá NSÍ. 40 ára gamli veteranurin sigur seg ikki stúra fyri, at tað fer at verða nakar trupulleiki:
- Tórður Thomsen loysti meg av leygardagin. Hann er dugnaligur, og tað er sjálvsagt, at hann nú fær møguleika at vísa, hvør dugur er í honum. Predrag Stankovic – beiggi Nenad – hevur verið góður í 1. deild í ár, og so eru onkrir aðrir á veg. Fyrst og fremst málverjin á unglingaliðnum, sum vann FM, Petur á Roykheyggi. Hann hevur møguleika at røkka langt. Tað valdast bara, um hann er sinnaður at leggja tað í venjingina, sum er neyðugt, sigur Jens Martin Knudsen, sum kanska verður málmansvenjari, tá ið NSÍ skal royna at verja FM heitið. Men tað er ikki víst:
- Hetta verður greitt um stutta tíð, eru mest ítøkiligu boðini frá Jens Martini.
Langa søgan
11. juni fylti Jens Martin 40 ár. Hann var fyrstu ferð á landsliðnum í fyrsta altjóða skrásetta landsdystinum, sum varð spældur á Akranesi 24. august í 1988. 65 ferðir vardi Jens Martin føroyska málið, og hann var 169 ferðir í landsliðsmeskunum eftir bóltinum.
Fótbóltsvøllurin í Runavík var bara tvey ára gamal, tá ið Jens Martin í 1975 fór at spæla í NSÍ:
- Tummas Jacobsen ella Tummas hjá Hennibeth var venjari hjá okkum fyrstu árini. Millum liðfelagarnar vóru Terji Leitisstein Hansen, sum í fleiri ár var á besta NSÍ liðnum, og Trygvi Mortensen, sum spældi nógv við NSÍ – bæði úti á vøllinum og sum málverji – og sum hevur vant NSÍ, og sum nú er hjálparvenjari í Klaksvík, minnist Jens Martin Knudsen aftur á. Hann var seytjan ára gamal, tá ið hann í 1985 kom á besta NSÍ liðið. Seinni umboðaði hann GÍ og fleiri útlendsk feløg. Nú hevur hann aftur verið í Runavík, og har vóru hann og liðfelagarnir á toppinum, tá ið veteranurin leygardagin legði húgvuna fyri seinastu ferð.