JESUS-filmurin verður brúktur í missións- og evangeliseringsarbeiði um allan heimin, og mett verður, at filmurin hevur verið við at til at 90 milliónir menniskju hava givið lív sítt til Kristus.
Filmurin gevur eina klára og greiða ímynd av tí persóninum, sum broytti søgu heimsins, Jesus Kristus. Filmurin tekur uppruna í Lukasar evangeliinum.
Í samband við tiltakið »Frá minus til Pluss« verður JESUS-filmurin vístur í Havnar Bio, leygardagin 6. november kl. 15:00.
Ókeypis atgongd. Filmurin hevur danskan tekst og danska frásøgu.
Vinarlig heilsan
Vegna "Frá Minus Til Pluss"
Tórður Poulsen
Móritsarvegur 15
188 Hoyvík
Tel. 313492
Arb. 310711+218