Jetta og Palli eru bæði úr Vágum, hon úr Miðvági og hann úr Sørvági.
Tey giftust í Sørvágs kirkju 6. januar 1946. Brúdleypið varð hildið Uppi á Fossi í einari stórari barakk. Um 200 fólk vóru til brúdleypið.
Jetta er fødd 8. februar 1923, foreldrini vóru: Tomina og Axel Niclasen. Palli er føddur 22. mai 1920, foreldrini hjá honum vóru: Maria, vanliga nevnd Víkamaria, og Harald Haraldsen.
Jetta og Palli fingu fimm børn: Axel, sum búði Havn, hann andaðist 5. desember 2005, 59 ára gamal, Harald, sum býr í Hoyvík, Brynjálvur, sum býr í Sandavági, og Thormund og Jónhild, sum bæði búgva í Danmark.
Palli var sjómaður, hann sigldi t.d. við Vesturvarða, Vesturskyn og Vesturvón. Eisini var hann kyndari við trolaranum Brandi Sigmundarsson.
Hann var eisini bilførari í nógv ár, hann koyrdi t.d. buss hjá Hjarvil Rasmussen og hjá N. Niclasen í Sørvági. Tað var serliga rutukoyring til postbátin Ólavur á Fútaklett og til Vesturleið á Miðvági.
Seinast í 60-árunum fór hann at koyra tangabil Esso í Vágum - nú Statoil. Har koyrdi hann í samfull 35 ár. Í hesum starvi var hann mangan góður at heita á hjá fólki, tá oljan var uppi.
Í bókini Postur í Føroyum greiðir Alfred Olsen í Vestmanna frá um syndarligu hendingina tann 29. desember 1958, tá beiggi hansara Karmal druknaði. Hetta var í samband við at postbáturin Ólavur ikki fekk lagt at á Fútakletti. Teir settu ein lítlan bát út at sigla millum Ólav og lendingina.
Báturin holvdist, og brøðurnir Karmal og Alfred Olsen, sum ikki dugdu at svimja, endaðu á sjónum. Tá hin bróðurin, Torkil, ið var umborð á Ólavi, skuldi loypa á sjógv fyri at bjarga teimum, kravdi Palli Haraldsen, ið var eitt av ferðafólkunum, sum skuldi við Ólavi hendan dagin, at Torkil skuldi hava ein enda á sær. Alfred sigur, at um Torkil ikki hevði havt ein enda á sær hendan dagin, høvdu helst allir tríggir brøðurnir havt latið lív.
Her tók Palli eina sera skilagóða avgerð, sum tey avvarðandi vóru honum sera takksom fyri.
Sum ung tænti Jetta ymsastaðni, og meðan børnini vóru smá, var hon heimaarbeiðandi. Hon hevur eisini verið virkin í Sørvágs Húsmøðrafelag í mong ár. Seinni fór hon at arbeiða á Flakavirkinum í Sørvági.
Hóast bæði eru farin upp um tey áttati, eru tey enn virkin í streingjakórinum í Sørvági, og álit teirra á Harran fyllir teirra dagligdag. Teimum dáma eisini væl at ferðast og eru t.d. ofta og vitja børnini, sum búgva í Danmark. Tey ganga høgt upp í familjuna, at tey trívast og teimum gongst væl saman við barnabørnum og langommu- og langabbabørn.
Dagurin verður hildið í Missiónshúsinum í Sørvági fríggjakvøldið kl. 19. Tey, ið vilja gleða diamantbrúðarparið, eru vælkomin til ein betri bita.
Heilsan vit øll