Joan er kettualari

- Ketturnar geva mær nógv og hava veruliga ríkað mítt lív. Tær hava knýtt seg til mín, men líka so tætt havi eg knýtt meg til tær. Tað sigur Joan Jacobsen, sum er kettualari í Danmark

Nakað burturi frá býnum Hvide Sande, sum liggur tætt við Ringkøbing í Danmark, býr Joan Jacobsen saman við manni sínum - og teirra seks stóra kettum, sum eru av slagnum norsk skovkat.

 

Seinastu 10 árini hevur Joan Jacobsen verið kettualari. Tað vil siga, hon alir kettur til onnur fólk, ið ynskja eina rasukettu sum húsdjór ella til víðari aling.

Ketturnar hjá Joan Jacobsen eru rættiliga populerar millum kettuvinir og fólk, sum eru áhugað í at hava rasukettur og luttaka í ymsum framsýningum og kappingum. Javnan fær hon fyrispurningar frá fólki úr eitt nú Amerika, Japan, Australia, Hollandi, Grønlandi, Noregi og Svøríki.

 

- Eg havi selt nakrar til eitt nú Finlands, Frakland og sjálvandi eisini her í Danmark og í Føroyum, sigur Joan Jacobsen og heldur fram:

- Mær dámar best at hitta fólkini, áðrenn tey keypa ein kettu frá mær, tí ketturnar skulu ikki fara til ein og hvønn. Eg tosi altíð leingi við fólkini, sum vilja keypa, og eg seti teimum eisini nógvar spurningar fyri at tryggja mær, at tey eru egnað at hava eina slíka kettu, sigur Joan Jacobsen, sum í fjør seldi fimm kettur. Hvør kettan kostar millum 4000 og 7000 krónur.

 

- Hesar ketturnar eru so ómetaliga væl fyri í allar mátar, so eg gangi úr frá, at tað er tí, at eftirspurningurin er so stórur, sigur Joan Jacobsen, sum sjálv luttekur í kappingum í eitt nú Danmark, Italia, Hollandi, Belgia og Týsklandi fleiri ferðir um árið.

 

- Til onkrar av kappingunum luttaka upp í 500 kettur, so tú kanst ætla, at eg eri errin, tá ein av mínum kettum klárar seg væl ella kanska enntá vinnur, sigur Joan Jacobsen.

Les alla greinina um Joan Jacobsen og serstøku ketturnar í vikuskiftissosialinum ella við at trýsta her