Hetta var Joan Rúnadóttir Johannesen úr 23z á náttúrubreytini.
Familja og vinir tóku ímóti Joan, tá hon kom úr seinastu próvtøkuni, og pápin gav henni húgvuna á høvdið.
Joan spælir við føroyska U20 hondbóltslandsliðnum, sum fer til Kina í næstu viku at spæla HM-endakapping. Endaspælið verður leikt í døgunum 24. juni til 5. juli. Fleiri landsliðsfelagar vóru komnir á Glasir at taka ímóti Joan og ynskja henni til lukku við prónum.
Una Joensen, rektari á Glasi, ynskti eisini Joan til lukku. Sum fyrsta pisa, fekk Joan heiðurin at vinda Merkið á stong á Glasi við góðari hjálp frá Niels Nielsen, húsavørði.
Eftir summarfrítíðina fer Joan til Íslands at spæla hondbólt. Hon hevur gjørt sáttmála við íslendska felagið KA/Þór í Akureyri, sum spælir í bestu íslendsku deildini.
Vit ynskja Joan og øllum øðrum á Glasi, sum fáa prógv í hesum døgum, hjartaliga til lukku.
Niðanfyri er eitt videobrot og nakrar myndir frá fagnarløtuni.












