Jóan Símun sinnaður at venda heim

Landsliðsframherjin heldur ikki fram í Viking Stavanger og nú vil hann hava spælitíð.

-       Eg havi ikki fingið eitt endaligt svar frá Viking, um teir vilja bjóða mær ein nýggjan sáttmála ella ikki. Men spælitíð er tað ydningarmiklasta fyri mítt viðkomandi, so tað er neyvan aktuelt hjá mær at leingja sáttmálan, sjálvt um teir skuldu komi vid onkrum, sigur Jóan Símun.

 

Jóan Símun hevur spælt við Viking Stavanger síðani hann í 2012 skifti frá Newcastle. Hann var eisini útleigaður til FC Fredericia í donsku 1.deild.

 

-       Eg eri opin fyri tí mesta. Eg vil gjarna halda fram sum yrkisspælari og fyrst og fremst vil eg halda fram uttanlands, men eri ikki avvísandi fyri at venda heim og spæla, sigur Jóan Símun.

 

Tað ljóðaði undan hesum kappingarárinum, at HB vóru áhugaðir í at fáa toftamannin í sín hóp.