Joey Moe til Føroyar

Heitasta navnið í donskum rnb tónleiki spælir komandi vikuskiftið í Eclipse í Havn og Mentanarhúsinum í Fuglafirði.


Síðan fyrstu stakfløguna Flip It (Like A DJ), hevur Joey Moe verið eitt stór navn í Danmark.
Nú kemur Joey Moe til Føroyar.
Hóast bert 20 ár, hevur Joey Moe arbeitt miðvíst við dreyminum um at liva av at syngja pop í 10 ár. Líka síðan, tá 10 ára gamli Joey fyrstu ferð hoyrdi Backstreet Boys, hevur hann arbeitt við hesum. Fyrst í dreingja bólkinum Nothing Special, og síðan sum einstaklingur.
Stakfløgurnar Flip It (Like A DJ) og My Last Serenade hava verið nógv spældar í donskum útvarpi, umframt sjónvarpsstøðunum Voice TV, MTV og sendingini Boogie.
Joey Moe hevur m.a. eisini hita upp fyri Johnny Deluxe á konsertferð teirra í fjør. Hetta var áðrenn fyrsta fløgan Moe Town kom út í mars í ár, fløgan hevur fingið sera góða móttøku í Danmark. Nú fáa føroyingar møguleika at uppliva Joey Moe á konsertunum fríggjakvøldið í Eclipse í Havn og leygarkvøldið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Úr Fuglafirði verður sagt, at bussar koyra úr Havn og Klaksvík til konsertina.
Á Portal.fo undir Kykmyndir liggja tvey sjónbandaløg hjá Joey