Jógvan signerar »Tey fóru til Íslands« í Klaksvík í dag

Jógvan Arge fer at signera nýggju bókina »Tey fóru til Íslands« í Alfa Bókhandli í Klaksvík í dag klokkan 16.00.

Bókin er um, tá føroyingar róðu út í Íslandi.

 

Útróðurin við bátum í Íslandi byrjaði so at siga samstundis, sum sluppirnir fóru á Eysturlandið at fiska um 1870.

 

Tey fyrstu árini lógu sluppirnar inni á firðunum. Bátar teirra fiskaðu har nærhendis og avreiddu til skipið hvønn dag. Nú var so skjótt, at menn úr øllum landinum fóru til Íslands at rógva út uttan skip.

 

Teir fóru við ferðamannaskipi yvir og høvdu bátar og útgerð við sær. Farið varð í mei-juni. Sum oftast varð farið yvir á Seyðisfjørðin, og haðani til fleiri aðrar bygdir á Eysturlandinum sum Vopnafjørð, Bakkafjørð, Borgarfjørð, Norðfjørð, Vattarnes, Skála og mong fleiri. Innivist fingu menninir hjá bóndum. Skip komu yvir eftir teimum í august-september.

 

Summar heimferðir vóru ringar. Tiltikin er heimferðin hjá monnunum, sum vóru við »Vaagen« seinast í 1880'unum. Teir fingu ódnarveður allan vegin, og varnaðust ikki land, fyrrenn teir vóru komnir inn undir Fugloynna.

 

Stundum vóru meir enn 1000 menn og kvinnur til lands í Íslandi. Kvinnurnar fóru yvir at arbeiða í fiski seinast í 1880'unum. Tær vóru eisini um alt Eysturlandið, og arbeiddu bæði hjá føroyingum og íslendingum.

 

Føroyski úrtóðurin til lands í Íslandi helt uppat, tá Ísland fekk sjálvstýri. Tá fekk ongin loyvi til at fiska innan fyri mark. Seinni varð tikin upp tátturin, at føroyngar róðu út við íslendingum kring um alt Ísland.

 

Í dag klokkan 16 fer Jógvan Arge at signera nýggju bókina – »Tey fóru til Íslands« – í Alfa Bókhandli í Klaksvík.