Dagarnir hjá Jógvani Skorheim sum tingmaður eru nú taldir.
Tað er ein beinleiðis avleiðing av, at Kaj Leo Holm Johannesen hevur koyrt Kára P. Højgaard frá sum landsstýrismann. Kári P. Højgaard er valdur á ting fyri Sjálvstýrisflokkin. Tá tingmaður verður tilnevndur landsstýrismaður, skal hann leggja tingsessin frá sær.
Men nú Kári P. Højgaard ikki longur er landsstýrismaður, verður hann aftur tingmaður.
Tað merkir, at Jógvan Skorheim missir tingsessin. Hann fór annars í farloyvi 1. januar í ár, tá hann tók við sum borgarstjóri í Klaksvík, og Kristianna Winther Poulsen tók sæti á tingi fyri hann. Men eftir ólavsøku tók Jógvan Skorheim aftur við tingessins, sum hann ætlaði at røkja saman við borgarstjórastarvinum í Klaksvík.