Jacob Vestergaard, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin og fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, tvíheldur um, at Fiskimálaráðið hevur kent støðuna hjá ICES tíðliga í september, og tí áttu skerjingarnar í uppsjóvarfiskiskapinum at sæst aftur í fíggjarlógaruppskotinum hjá landsstýrinum.
Fríggjadagin fekk Johan Christiansen eitt nefs frá løgmanni – ella, sum løgmaður sigur, »eina vegleiðing um, hvussu hann skal bera seg at sum landsstýrismaður«.
Orsøkin var, at hann ikki kunnaði løgman um ávaringina frá ICES um ógvusligan niðurskurð í makrelkvotuni.
Landsstýrismaðurin segði við Deg og viku fríggjakvøldið, at Jóhan Christiansen, at hann ikki so frægt sum visti um formliga skrivið frá ICES til Fiskimálaráðið, dagfest 19. september. Men tað trýr Jacob Vestergaard einki uppá.
– Henda støðan er púra purturvið - einki er í trúnaði fyri ein landsstýrismann, sigur Jacob Vestergaard.
Trupulleikin hjá landsstýrismanninum er, at hann ikki hevur kunnað løgmann um støðuna, og tað kann føra til eitt misálitisuppskot.
Og soleiðis sum politiska støðan er í samgonguni, eftir at tvey tjóðveldisfólk løgdu støðið, tá Ingilín D. Strøm var noydd úr sessinum, so kann eitt misálitisupsskot blíva samtykt. Nefsið hjá løgmann er uttan iva ein liður í at slætta sjógving. Men spurningurin er, um tað er nóg mikið fyri Jacob Vestergaard.
Tað verður ein stórur politiskur trupulleiki fyri Tjóðveldi, um landsstýrismaðurin má frá, og tað verður eisini ein trupulleiki fyri samgonguna, um landsstýrisfólk skulu frá hvørja ferð tað lotar av hanakjafti.
Men soleiðis er politiska støðan blivin. Og misálitisuppskot verða ofta brúkt til at geva samgonguni ónáðir – og tað ger andstøðan, um hon stendur saman um eitt misálitisuppskot.
Tingfundur er í morgin klokkan 11, so tá fast at vita, um hóttanin frá Jacob Vestergaard verður egg ella ungi.