Seinnapartin í dag varð arbeiðstakarasáttmáli undirskrivaður millum Nes kommunu og JSJ.
JSJ skal innrætta eitt høli í Mathiasa pakkhúsi til alment wc.
Tað var annars fyrr í heyst, at býráðið í Nes kommunu avgjørdi at taka av tilboðnum frá JSJ.
Súni í Hjøllum, borgarstjóri, undirskrivaði fyri Nes kommunu, og Jóhan Smith Jensen undirskrivaði fyri JSJ.
Eftir ætlan verður arbeiðið liðugt um mánaðarskiftið januar/februar komandi ár.
- Fuglark gjørdi útbjóðingartilfarið og fer eisini at hava eftirlit við arbeiðnum fyri kommununa.
Tað siga tey í Nes kommunu í dag.