Jóhanna og liðfelagarnir mistu Champions League bólkaspælið í yvirtíðini

Atletico Madrid javnaði í 99. minutti, og tryggjaði sær sigurin í longdu leiktíðini

 

 

 

Tað gjørdist ein beisk uppliving hjá Jóhannu Fossdalsá Sørensen og liðfeløgum hennara í BK Häcken í seinna Champions League Play Off dystinum móti spanska stórliðnum, Atletico Madrid.

 

Häcken megnaði javnleik 1-1 í heimadystinum móti Atletico Madrid á Bravida leikvøllinum í Göteborg.

 

Sjey minuttir undan steðginum í seinna dystinum í Madrid legði Anna Anvegaard Häcken á odda 1-0, og harvið var svenska liðið samanlagt á odda 2-1. 

 

Leingi var Häcken á sigurskós, men so fekk Atletico Madrid brotsspark átta minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. Brasilski áleyparin hjá Atletico, Luany hevði neyðugu marginalarnir við sær, tá brotssparkið rakti stongina og fór inn, og so hevði heimaliðið tryggjað sær longda leiktíð. Tríggjar minuttir inni í longdu leiktíðini skoraði norska Synne Jensen sigursmálið hjá Atletico, ið sostatt vann ein samanlagdan 3-2 sigur. 

 

Ein dreymur brast hjá Jóhonnu, ið var skift út í níggjunda minutti í longdu leiktíðini.