Fyrr í kvøld tóku Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg-Aarhus móti liðnum Pauli Jacobsen hevur sáttmála við, HØJ.
Í Djurslands Bank Arena høllini í Aarhus vann Skanderborg-Aarhus greitt 36-29 á HØJ. Í steðginum var heimaliðið frammanfyri 21-14, og tað eydnaðist at halda munin í seinna hálvleiki.
Jóhan skoraði heili 11 mál fyri Skanderborg-Aarhus, og var greiður toppskjútti hjá heimaliðnum. Men Jóhan skoraði tey 11 málini móti týska málverjanum, Till Klimpke og norska málverjanum, Emil Imsgard. Hetta var tíverri triði dysturin á rað, har eingin føroyskur málverji vardi málið hjá HØJ.
Skanderborg-Aarhus er triðfremst í deildini við seks stigum fyri fýra dystir. HØJ er fimtaftast við tveimum stigum fyri fýra dystir.