Tórshavn; Trý nýggj gøtunøvn í kommununi

Tríggjar nýggjar gøtur og vegir í kommununi hava nú fingið almenn nøvn.

Í Kaldbak hevur nýggja útstykkingin omanfyri skúlan fingið navnið “á Kongsjørð”. Vegurin byrjar í svinginum “á Soylugørðum”. Kaldbaksfólk, sum varða av økinum, eru samd um, at “á Kongsjørð” er besta navnið. Siðvenja í Kaldbak er í mestan mun at nýta staðarnøvnini óbroytt.

 

Nýggi vegurin, sum kemur av Oyggjarvegnum, við Hotel Føroyar, og sum knýtir í nýggja Havnarvegin, hevur fingið navnið “Gilsvegur”. Grundgevingin er, at vegurin gongur tvørtur um sjálvt gilið, sum er Marknagil.

 

Og á Argjum hevur nýggi síðuvegurin á Argjavegnum til nýggju útstykkingina millum Kráargøtu og Hannugøtu fingið navnið “Lambatrøð”. Grundgevingin her er, at útstykkingin, har vegurin gongur, er á eini trøð, ið nevnist Lambatrøð.