Skjótt verður høvi at hoyra navnframa prestin og rithøvundin Johannes Møllehave. Hann skal hava tveir almennar fyrilestrar í Læraraskúlahøllini í Tórshavn 17. og 19. november 2004. kl 19,30.
Johannes Møllehave hevur skrivað og útgivið eina røð av bókum m.a. prædikur og bíbliusøgur fyri børn. Og óførur er hann at endurgeva teir stóru rithøvundarnar, sum, umframt kristindómin, hava givið honum ómetaligan íblástur til gudfrøðina, eitt nú Shakespeare og Dostojevskij og A.C. Andersen.
Tey, sum hava lisið, hoyrt ella sæð Johannes Møllehave hava ivaleyst lagt til merkis serligu evni hansara til at viðgera grundleggjandi lívsspurningar, sum eru leysir av tíðini og altíð viðkomandi. Og í øllum, sum hann hevur skrivað og útgivið, hevur hann rúm fyri humori.
Fyrri fyrilesturin ber heitið, Lívsfatanin í ævintýrum H.C. Andersens, og seinni fyrilesturin ber heitið, Humor.
Atgongumerki til fyrilestrarnar verða at fáa á Kunningarstovuni í Tórshavn.