? Eina hugnaligast tókti mær dagarnar framman undan jólum. Longsulin eftir jólunum var sterkur, og so vóru tey eldru fólkini vón at ugga okkum við, at nú høvdu jólini lagt sær skógvarnar í blot, og av tí at vit hvønn dag spurdu eftir jólunum, nær tey komu, so uggaðu tey okkum við, at jólini vóru farin til gongu, og seinni, at tey vóru komin so og so langt, og eingin ivi var í sálini um, at jólini vóru ein maður, ið kom ferðandi til bygdina, men hvaðani hann kom, høvdu vit onga hugmynd um?
(Símun av Skarði)
Fríggjadagin 12. des. kl. 18 hevur kirkjukórið LJÓMUR við Ann Kristin Nielsen, kórleiðara, jólakonsert í Vágs kirkju.
Beint eftir konsertina (kl. 19) verður jólatræið tendrað. Heri Joensen, prestur, og Eyðun Christiansen tala. Ljómur og Frelsunar Herurin syngja. Jólamenn vitja.